Faroe Brass til Birmingham

Faroe Brass er tjóðhornorkestrið í Føroyum. Orkestrið er boðið til meistaraskap í Ongland og sóknast nú eftir sponsorum

Føroyska tjóðhornorkestrið, Faroe Brass, hevur fingið serliga innbjóðan til European Championships, sum verða 28. apríl í Birmingham í Onglandi.

Faroe Brass er sett saman av 8 lokalum føroyskum hornorkestrum.

Kappingin í Birmingham er heimsins stórsta og er besti og mest spennandi møguleikin hjá føroyskum blásarum í áravís.

Flogfar lættir sær á úr Vágum tann 26. apríl og tey, ið hava áhuga, kunnu venda sær til Faroe Travel. Ferðalagið er aftur í Føroyum 30. apríl.

Í løtuni verður leitað eftir sponsorum til ferðina og verður heitt á fólk og feløg um at hjálpa til at gera ferðina til eina væleydnaða tónleikaferð.