Farmaskip sigldi á útróðrarbát

Teir báðir menninir umborð á danska útróðrarbátinum Lilly máttu leypa í havið, tá eitt farmaskip sigldi á teir í morgun einar átta fjórðingar eystan fyri Skagen. Ein loðsbátur úr Skagen tók menninar upp, og løtu seinni sakk Lily. Tað sigur Søværnets Operative Kommando við fjølmiðlarnar.

Danska kringvarpið sigur, at farmaskipið, sum sigldi á útróðrarbátin, eitur Frank W og er skrásett í Karibia. Skipið, sum er 100 metrar til longdar, var á veg til Halmstad í Svøríki, tá tað sigldi á Lily. SOK sigur, at skipið hevur fingið loyvi til at sigla til Halmstad.

Fiskiflotin í Esbjerg er minkaður sera nógv tey seinnu árini, og við óhappinum í morgun er eitt fiskifar minni har.