Í morgin fara menn undir at pumpa oljuna úr týska farmaskipinum MV Celina, sum fór á land við Gangsøy í Vesturnoregi í gjár. Skipið hevur 280.000 litrar av tungolju umborð, og myndugleikarnir hava lagt oljugirðingar rundan um tað.
Hol kom á skipið, tá tað sigldi á land, og nakað av sjógvi er í skipinum. Ætlanin er at tetta lekan, áðrenn roynt verður at fáa skipið avaftur. Tað er eisini staðfest, at nakað av olju er likin úr maskinrúminum. Enn er ikki heilt greitt, hvussu verður við farminum.
MV Celina er 121 metrar langt, merkt 6.400 bruttotons og er bygt í 2002. Eitt týskt felag eigur skipið, sum er skrásett á Antigua og Barbuda, skrivar NTB.
Skipið var á veg úr Måløy við frystum fiski og øðrum farmi, tá tað fór á land við Gangsøy.










