Tað var nógvur vindur í gjár, og í gjárkvøldið var uppi í einar 29 metrar um sekundið í Fuglafirði.
Tá farmaskpið Silver Bird skuldi leggja til bryggju í Fuglafirði, gekk tað ikki heilt eftir bókini.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn veit at siga, at Vestmenningur longu lá á Fuglafirði.
Tá Silver Bird var í ferð við at leggja at, sló bógskrúvan frá, og tí var trupult at halda skipinum úr landi.
Ein loðsbátur setti ein trossa á Silver Bird aftan, men báturin megnað ikki at halda skipinum uppá pláss.
Vaktleiðarin sigur, at Silver Bird bar við lúnningina framman á Vestmenningi, tá skipið kom inn ímóti.