Farmakonomar fingu prógv

Í summar 2003 fingu tríggir farmakonomar prógv á Tjaldurs Apotek í Havn og ein á Suðuroyar Apotek.

Útbúgvingin sum farmakonomur tekur trý ár. Ein partur av útbúgvingini er á apotekunum í Føroyum, meðan skúlin er í Hillerød í Danmark, har næmingarnir eru sjey ferðir í tey trý árini, útbúgvingin tekur.
Tær sum fingu prógv sum farmakonomar vóru Laila Haraldsen á Argjum (Tjaldurs Apotek), Fríðunn Jacobsen í Havn (Tjaldurs Apotek), Jóna Miné Thomsen í Havn (Tjaldurs Apotek), og Annika Hansen á Tvøroyri (Suðuroyar Apotek).