Í gjár hin 1. oktober kom fram á portal in.fo, at ALS má spara tí eginpeningurin hjá ALS er so nógv minkaður seinnu árini úr 750 milliónum kr. tá eginpeningurin var stórstur í 2009 og niður í uml. 300 milliónir kr. við árslok 2013. Sagt verður frá at “Skipanin má spara, tí útgjaldið hevur verið so nógv størri enn inngjaldið...Tí fer landsstýrismaðurin í Vinnumálum, at leggja fram uppskot fyri Løgtingið um at seta seta eitt sparitilmælið frá Stýrinum í gildið”
Kunnað verður um at sum lið í hesi spariætlan má Farloyvisskipanin, har fastlønt kunnu fara í farloyvi og fáa útgjald úr ALS, samstundis sum ein arbeiðsleysur fær starvið, takast av.
At Farloyvisskipanin hjá ALS ætlandi skal takast av sum lið í spariætlanunum hjá ALS kann ikki vera rætt, tí ALS sparir ongan pening við at taka hesa skipan av.
Fíggjardeildin hjá ALS upplýsir nevniliga at ongin sparing er við at taka av ALSfarloyvisskipanina ( 0 kr. eru at spara). Tískil má spurningur setast við, hvat meiningin er við taka av hesa Farloyvisskipanina hjá ALS, sum part av einari ætlan, sum sigst vera ein rein spariætlan. Tey, ið sett hava fram hetta uppskot um avtøku av farlovisskipanini hjá ALS hava ein forkláringstrupulleika.
Í 1995 varð ein Farloyvisskipan, eftir tógvi stríð, sett inn í lógina um Arbeiðsloysisstuðul og arbeiðsávísing. Hetta varð gjørt eftir at ein hópur av fólki, hetta bæði umboð fyri fakfeløg og umboð fyri tey arbeiðsleysu við undirskrifts innsavnan høvdu heitt á stýrið fyri ALS og landsstýrismannin í arbeiðsmarknaðarmálum at seta skipan um farloyvi inn í lógina um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsloysisávísing.
Arbeiðsleys mugu fáa atgongd til arbeiðsmarknaðin
Endamálið við farloyvisskipanini var at gera tað lættari hjá arbeiðsleysum at sleppa inn á arbeiðsmarknaðin í stytri ella longri tíð. Hetta skuldi gerast við at fólk sum vóru í arbeiði skuldu fara í farloyvi í millum 3 og 12 mánaðir, meðan eitt fólk ið var arbeiðsleyst slapp inn á arbeiðsmarknaðin sama tíðarskeið.
Høvuðsendamáli við Farlovisskipanini hjá ALS var og er at hjálpa arbeiðsleysum at fáa arbeiði. Í øðrum lagi varð mett at ein farloyvisskipan kundi gagna teimum sum vóru í arbeiði, sum á henda hátt kundu fara í farloyvi eina tíð og harvið hvíla frá dagliga arbeinum, sum mangan kundi kennast sera strævið bæði kropsliga og sálarliga.
Stutt sagt varð mett, at Farloyvisskipanin var góð bæði fyri tey arbeiðsleysu og fyri tey ið høvdu arbeiði. Tann arbeiðsleysi fekk eitt fyribilsarbeiði í tríggjar mánaðar til eitt ár, meðan tann sum fór í farloyvi kundi halda pausu frá arbeiði sínum og hesa tíð styrkjast aftur og stressað av.
Farloyvisskipanin hjá ALS má gerast smidligari
Skilagóða og gagnliga skipanin um farloyvi hjá ALS má ikki takast av. ALS eigur í staðin at gera hesa skipan meira smidliga og meira atkomulig og t.d. taka av ásetingina, ið sigur at fólk skulu hava verið arbeiðsleys í tríggjar mánaðir áður enn tey kunnu fáa eitt farloyvisstarv frá ALS, eisini eiga nýútbúgvin at kunna fáa ALS-farloyvisstarv. Hetta soleiðis at ALSfarloyvisskipanin gerst eitt enn betur amboð í royndunum hjá ALS, at stuðla arbeiðsleysum at koma aftur í arbeiði.
Ingrid S. Henriksen,
fyrrverandi varalimur í stýrinum fyri ALS, vegna tey alment settu










