Farleiðin norður um fjall

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur. Býraðslimur Klaksvíkar Kommuna
-------------

Nú vit skriva 2011, er onki sum bendir á, at farleiðin norður um fjall hevur serliga høga raðfesting hjá landspolitikarum okkara.
Tunlarnir norður um fjall komu í 1967, ella fyri uml. 44 árum síðan. Í tunlunum er framvegis onki telefonsamband og ongin neyðtelefon, ongin sløkkiútgerð, onki radiosamband, onki ljós, ongin ventilatión, ongin alarmur av nøkrum slag.
Tunlarnir eru smalir og lágir og als ikki hóskandi til ferðsluna í dag. Ferðslan er sera nógv vaksin hesi 44 árini, og bilarnir blivnir størri. Tunlarnir eru ein stór forðan fyri vøkstri norðanfyri og ein stór forðan fyri øktari ferðavinnu, tí stóru bussarnir passa ikki ígjøgnum. Stór skomm. Tað var eitt stórt frambrot, tá teir komu í 1967, men synd at siga, at okkara landspolitikarar hava megnað at fylgt við tíðini.
Inntil fyri nøkrum heilt fáum døgum síðan hava ferðandi ígjøgnum Árnafjarðartunnilin verið fullkomiliga uttan samband við umheimin. Nú er møguligt at fáa fatur á 112 inni í Árnafjarðartunlinum. Ferðandi í Hvannasundstunlinum hava framvegis ONKI sambandi við umheimin. Halló landspolitikarar, hetta kunnu tit ikki vera bekentir, nú vit skriva 2011 og siga okkum vera eitt framkomið land.
Vit hava øll sæð vakrar og vælgjørdar lýsingar frá LV í Kringvarpi Føroya, men hesar kunnu ikki vera galdandi fyri tunlarnir norður um fjall. Hvussu vit skulu bera okkum at, um óhapp/vanlukka hendir í tunlunum, ella um eldur skuldi komið inni í. Har er sum nevnt omanfyri, onki ljós, onki telefonsamband, ongin eldsløkkjari og onki radiosamband og onki radiosamband er til sløkkiliðið. Fyri at siga um er, har fæst ikki fatur á nakrari hjálp !! og tunlarnir eru einsporaðir. Sløkkiliðsmennirnir hava eisini sína egnu trygd at hugsa um og fara ikki inn í ein roykfyltan tunnil. Trygdin í Árnafjarðartunlinum er júst líka vánalig, sum í Hvannasundstunnilin. Einasti munur er, at í Árnafjarðartunlinum fæst samband við 112.

Viðareiðisvegurin
Sama skilið er við Viðareiðisvegnum, har tað er omanlop í tíð og ótíð. Men tíbetur hevur tað higartil ikki kravt mannaliv. Og gloymið ikki, at hettar er ein nógv nýtt farleið, har bæði børn, vaksin bussar, lastbilar og hópin av personbilum, sum nýta farleiðina hvønn einasta dag.
Partar av Viðareiðisvegnum eru somuleiðis gamlir og vóru als ikki gjørdir til tungu og nógvu ferðsluna, sum er har í dag. Tá hann varð gjørdur, koyrdu kanska dagliga tveir rutubilar millum Viðareiði og Hvannasund og nú koyra 20-30 tons tungir bilar har og stórir bussar fyltir við skúlabørnum. Hetta er ábyrgdarleyst, og hvør torir at standa við ábyrgdini, tá vanlukkan er hend?  
Vísið ábyrgd og byrjið nú!
Hugsi um alt, sum fer við tí fúkandi ferð ígjøgnum tingið fyri tíðina, bæði dag og nátt og standi undrandi. Er tað veruliga slett ikki nakar vilji til at betra um farleiðina norðeftir. Eru tað ikki júst slíkar bygdir ella útjaðari sum skal bjargast meðan tíð enn er. Hygg at Múla, har kom bjargingin ov seint og nú er øskukalt har. Hesi pláss, Viðareiði, Hvannasund og Norðdepil eru til at bjarga enn, um okkara landspolitikarar hava neyðuga viljan og dirvið. Fleiri fólk ynskja at búgva norðanfyri, men farleiðin er ein forðan. Hetta er veruleikin og onki annað.
Sjálv haldi eg, at eitt gott hugskot er, at landspolitikarnar seta seg saman og blíva samdir um, at farleiðin norðureftir nú skal gerast, og dagur skal setast á, nær byrjast skal. So kunnu borgararnir fyrihalda seg til tað og kunnu leggja ætlanir samsvarandi. Íbúgvarnir norðanfyri eiga nú fyrstu raðfesting.
Trygdin hjá teimum kann ikki mátast í peningi...