Farin frá sum leiðari í Mentanarhúsinum

Ólavur Larsen í Fuglafirði, sum síðani 1. juni 2012 hevur verið leiðari í Mentanarhúsinum, er farin úr starvi.

Ólavur Larsen í Fuglafirði, sum síðani  1. juni 2012 hevur verið leiðari í Mentanarhúsinum, er farin úr starvi.

 

Hann skrivar á Facebook, at tað er við sorgblídni, at hann takkar fyri seg sum leiðari í Mentanarhúsinum.

 

– Seinastu góðu tvey árini hava verið ótrúliga spennandi og lærurík, har eg havi møtt nógvum nýggjum avbjóðingum og nógvum nýggjum andlitum. Men alt fær ein enda, og nú er tíð til nýggjar avbjóðingar.

 

– Fyrst og fremst fari eg at taka tað »stille og roligt« ta næstu tíðina, men samstundis royni eg at leita mær eftir nýggjum avbjóðingum, sigur hann.