LØGTINGSVAL
Ríkisrættarliga støðan hevur ikki verið so frammaliga í valstríðnum hesaferð í mun til seinast. Hóast kanningar hava víst, at ríkisrættarliga støðan er nakað, fólk leggja stóran dent á, so hoyra vit minst líka nógv um samkynt og onnur evni í valstríðnum.
Tað er kortini fleiri, sum helst vilja tjóðskap og ríkisrætt á valskránna. Fyri unga tjóðveldismannin, Jón Tyril, hanga øll tann politiska stevnan saman við tjóðskaparliga stríðnum og fullveldinum - fortreytir fyri aðrar politiskar málsetnignar.
- Fyri ein persónur kann skapa sær sjálvum eitt lív, so má hann gerast myndigur. Og vit mugu eisini gerast myndug sum tjóð. Tað er grundleggjandi fyri meg, at vit mugu skapa ábyrgdina fyri okkum. Tá kunnu vit skapa rættiliga menning, sigur Jón Tyril.
Hetta er fyrstu ferð tónleikarin og festivalfyriskiparin úr Gøtu stillar upp til løgtingsval. Hann heldur, at vit kunnu góðskriva føroysku tjóðskaparrørsluni í øllum førum ein stóran part av framgongdini í føroysku samfelagnum.
- Føroyar var eitt øgiliga tilafturskomið land, áðrenn tjóðskaparrøslan byrjaði. Við tjóðskaparrørsluni komu nøkur fólk, sum vildu byggja hetta landið upp. Tann sami viljin er til staðar í dag, sigur Jón Tyril.
Jón stúrir fyri, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin einsamallir sleppa í Tinganes, og so kann nógv fara fyri bakka, heldur hann. Hann heldur, at Tjóðveldisflokkurin hevur bakkað í fleiri førum og givið eftir fyri at royna at halda fast í fullveldisgongdini.
- Vit mugu ikki fara í ein samgongu fyri ein og hvønn prís, sigur Jón Tyril.
Viðvíkjandi fíggjarliga sambandinum millum Føroyar og Danmark í form av blokkstuðulinum, heldur Jón, at hesin eigur at minka eftir einum føstum leisti næstu árini. Hetta kann væl samskipast við yvirtøku av málsøkjum, soleiðis sum danska stjórnin hevur lagt upp til.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Sett vóru stór mál í 1998, men mann hevur langt frá røkki teimum. Ert tú nøgdur við gongdina?
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$-Har má eg svara bæði ja og nei. Í 1998 sá mann fyri sær, at Føroyar skuldu fáa fullveldi innan alt ov nógv ár. Tá settu fleiri flokkar fullveldi ella nøkrum, sum líktist sum stevnu, men nú eru vit longri frá fullveldinum í so máta enn í 1998, og tað rokni eg við, at fólk eru skuffaði av.
Men hinvegin er nógv positivt hent. Fólk eru farin at seta størri krøv. Vit eru farin at hugsa størri í Føroyum, sigur Jón Tyril.
Hann metir, at fullveldisráki seinastu árini hevur skapt eina hugburðsbroyting á øllum økjum, sum hevur fingið fólk at hugsa meira altjóða.
- Føroyingar eru vaknaðir upp á nógvar mátar, sigur Jón Tyril.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Samleikin styrkjast
Tosa vit um hjartamál, eins og vit hava gjørt við hinum valevnunum í greinarøðini, so er tað ikki so løgið í hesum førinum, at vit finna nógv hjartarúm til mentanina hjá Jón Tyril.
- Mentan sprettir úr einstaka menniskjanum og er ikki nakað tað almenna ella landið skapar. Myndugleikar hava til uppgávu at hjálpa til í prosessini hjá mentanarligum blómum at spretta, sigur Jón Tyril.
Hann vísir eisini á, at tað hevur stóran týdning at styrkja samleikan hjá føroyingum. Jón tekur kensluborið til, tá vit spyrja hann um hansara sjónarmið viðvíkjandi altjóðagerðing og samleika.
- Eg eri grundleggjandi ósamdur við sjónarmiðinum um at verja føroyingar móti árini uttaneftir. Nei, heldur skal okkara samleiki styrkjast, so vit duga at taka ímóti uttan at taka skaða. Eitt træ sum hevur nóg sterkar røtur tekur ikki skaða av vindinum, vatninum og sólini, men tekur ímóti og veksur seg stórt og sterkt. Meðan eitt træ, sum ikki hevur sterka rót skolar burtur av regni, blæsir um koll av vindi, og svíðist av av sólini. Bara tá er neyðugt at verja, sigur Jón Tyril.
Og styrkjanin av samleikanum skal ikki minst finnast innan skúlagátt. Jón leggur heldur ikki fingrarnar ímillum, tá spurt verður eftir, hvussu vit fáa meira burturúr skúlunum og børnunum.
- Eg gangi persónliga inn fyri, at peningurin fylgir barninum og barnið sjálvt skal sleppa at velja skúla. So vit kunnu fáa kapping millum skúlarnar um næmingar. Havi heldur absolut einki ímóti privatskúlum. Lærarar eiga at fáa avriksløn eftir, hvussu væl næmingarnir klára seg, sigur Jón Tyril.
Víðari heldur Jón, at tað hevur alstóran týdning at fáa framleitt fleiri skúlabøkur á føroyskum. Hann metir, at hetta vil lætta nógv um ? ikki minst í fremmandamálum, har tað ikki eigur at verða lært umvegis eitt annað fremmandamál.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Av egnum mátti
À listarliga økinum heldur Jón, at landið bert í ávísum føri eigur at gjalda t.d. starvslønir.
- Mest møguligt skal skapast infrastrukturur til mentanarøkið at liva av egnum mátti. Her má gerast ein ætlan sum staðfestir ábyrgdarbýti millum kommunur og land. Haldi at kommunur eiga at spæla ein nógv størri leiklut enn nú, sigur Jón Tyril.
Grundsjónarmiðið hjá Jón er, at hvør einstakur skal hava møguleika at menna síni talent til gleði fyri tey, ið virðismeta tað ? innan allar listagreinir og ítrótt.
- Til hetta krevst at skúlarnir taka sínar uppgávur innan mentanarliga førleikamenning í álvara, sigur Jón.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Rock City
Eisini sum valevni til tingmannastarv umboðandi Eysturoynna hevur Jón ætlanir á mentanarliga økinum. Við svenskari fyrimynd droymir Jón um Rock City í Eysturoyggini.
- Eg droymi um og arbeiði við eini ?rock city? ætlan í eysturoynni. Ein kreativur kraftsentralur. Tónleikur ? spælistað, venjingarhøli, studio, ljóð, management. Eysturoyggin er vælegnað til júst hetta, heldur Jón.
Tað hevur týdning sambært Jón at leggja størri ábyrgd á mentanarøkinum út til kommunurnar og lokalar kreftir. Tað eru einstaklingar sjálvir, sum eiga at taka stig til ymsar ætlanir, og síðani skulu land, kommunur og vinnulív stuðla, metir Jón.
Annars heldur Jón, at lokalpolitikkur als ikki hoyrir heima á Føroya løgtingi.
- Løgtingi er landspolitikkur og vónandi skjótt uttanríkispolitikkur - tær stóru linjurnar, sigur Jón Tyril.