Tað vísir seg ikki at vera samsvar millum tað, sum føroyginar útbúgva seg til og tað, sum arbeiðsmarknaðinum tørvar. Tað heldur Magni á Deild Olsen, stjóri í ALS, sum hevur hugt nærri at, hvørjar útbúgvingar føroyingar taka.
- Vit útbúgva ov nógv fólk innan ov fá øki og fer hetta at skapa eitt ávíst arbeiðsloysi innan hesi økini í framtíðini, heldur stjórin á ALS.
- Avbjóðingin hjá okkum er, at vit seinastu mongu árini hava lagt so stóran dent á útbúgving, at øll eru í ferð við at taka eina hægri útbúgving. Samstundis síggja vit, at arbeiðsmarknaðurin ikki hevur størv til allar hesar akademikararnar, men hinvegin hevur stóran tørv á handaligum verkafólki, sigur hann.
Hann hevur, við hjálp frá Studni, hugt nærri at, hvat føroyingar útbúgva seg til. Tølini vísa, at eini 2.500 føroyingar eru undir framhaldslestri í løtuni. 1.000 verða lidnir við sína útbúgving í ár, meðan 800 verða lidnir næsta ár. Tølini eru bygt á, hvussu nógv søkja Studna um ferðastuðul, tí eru veruligu tølini møguliga eitt vet hægri.
- Onkrar útbúgvingar er tað bara ein persónur sum tekur, aðrar taka bara heilt fá. Hesi fáa neyvan trupulleikar at fáa eitt starv í Føroyum, tá tey eru liðug. Hinvegin, so eru vit eisini í ferð við at útbúgva eina rúgvu av fólkum til arbeiðsmarknaðir, sum eru væl og virðiliga mettaðir í løtuni og væntandi í mong ár frameftir, sigur Magni á Deild Olsen og nevnir til dømis lærarar, stjórnmálafrøðingar, samfelagsfrøðingar og løgfrøðingar. At júst hesar útbúgvingarnar eru væl umtóktar hongur møguliga saman við, at tær verða bjóðaðar út í Føroyum.
- Lærarafelagið hevur kortini fleiri ferðir víst á, at vit útbúgva alt ov nógvar nýggjar lærarar í mun til hvussu nógvir væntast at fara frá fyri aldur komandi árini. Samfelagsfrøðingar og stjórnmálafrøðingar fáa kanska eitt starv, men ofta er tað ikki innan fyri tað øki, sum tey eru útbúgving til, meðan talið á leysum størvum til løgfrøðingar er nógv minkandi, sigur hann.
- Um eg skal geva ungum føroyingum eini ráð, so er tað at fara í læru sum handverkarar. Har er tørvurin sera stórur, sigur hann.
Les eina longri samrøðu við Magna á Deild Olsen í mikudagsblaðnum, sum kom í postkassan í dag.