Baskiski loysingarfelagsskapurin ETA hevur sent teimum størstu ferðamannastovunum eina ávaring um, at fremmandafólk, sum koma til Spania at ferðast, kunnu vænta at verða fyri ágangi og harðskapi.
Tað er ikki fyrstu ferð, at ETA er komin við slíkum hóttanum, og felagsskapurin hevur fleiri ferðir víst, at tær skulu takast í álvara. Seinasta summar sprongdi ETA fleiri bumbur við ta væl umtóktu Benidorm-strondina, og 13 fólk fingu skaða. Hetta hevur kortini ikki fingið ta ætlaðu ávirkanina, tí saman við Grikkalandi er Spania tað best umtókta frítíðarlandið í Suðurevropa. Tað eru serliga bretar, týskarar og fransmenn, sum njóta frítíðina í Spania.
Ferðavinnan hevur alstóran týdning fyri spanska búskapin, sum fær umleið tíggju prosent av sínum inntøkum frá ferðavinnmuni. Umleið helmingurin av hesum stavar frá úitlendskum ferðafólki, skrivar Reuters.