»Fari at keypa tollfría sjokulátu«

Umborð á Norrönu hitti Sosialurin 21 ára gomlu Elinborg Joensen úr Hoyvík. Elinborg arbeiðir dagliga hálva tíð sum blaðkvinna á Trúboðanum og somuleiðis á nummarkall hjá Føroya Tele. Í løtuni er Elinborg ávegis til Norra at vitja ein bíbilskúla, hon fyri kortum hevur gingið á.

Hvat gert tú, tá tú ikki ert til arbeiðis?
Eg geri nógv ungdómsarbeiði í Meinigheitshúsinum í Havn. Har hjálpi eg til við at skipa fyri legum, ungdómsmøtum og øðrum. Mær dámar arbeiðið sera væl og kenni tað somuleiðis sum eina ábyrgd, tá eg jú hoyri til samkomuna. Annars eri eg nógv saman við mínum vinum og koyri biltúr í heilum.
 
Hvar fert tú nú?
Eg fari til Bergen í eitt vikuskifti. Har havi eg nógvar vinir, serliga í einum bíbilskúla, ið kallast Bildøy, sum liggur á eini hálvoyggj hálvan tíma frá Bergen. Eg havi sjálv gingið á skúlanum, men nú hava nakrir næmingar har frá verið í Føroyum og vitjað, og tí fari eg bara ein túr við teimum at vitja.
 
Hvat fert tú at gera, tá tú kemur aftur?
Tá fari eg alt fyri eitt at fyrireika meg til hægri útbúgving. Eg havi søkt inn á fleiri skúlar bæði í Føroyum og uttanlands eitt nú Journalistháskúlan í Århus. Tað er sera trupult at sleppa inn, men eg ætli mær at royna at fyrireika meg væl til upptøkuroyndina. Um eg ikki sleppi inn, fari eg á annan skúla.
 
Hvat fært tú tíðina at ganga við umborð?
Í løtuni er bingo á skránni, men tað tími eg ikki so væl. Um eina løtu fari eg upp á dekki at sóla mær í góða veðrinum og síðan at keypa tollfría sjokulátu nummi!
 
Hvørjum vilt tú senda eina heilsu?
Familju, vinum og kenningum nú er eingin gloymdur. Tó vil eg senda eina serliga heilsu til systur mína, Anniku.