Køld luft streymar komandi dagarnar oman yvir Føroyar av norðri og landnyrðingi. Hósdagin fer ein hátrýstsryggur tætt fram við Føroyum í ein sunnan, samstundis sum eitt lágtrýst vestan fyri Lofoten spakuliga fer í ein eystan. Ein tilhoyrandi kuldabrúgv fer væntandi fram við Føroyum hóskvøldið og hevur við sær kalda luft norðan. Senni fer ein veik hitabrúgv fram við Føroyum av vestri.
Í dag verður lot til andøvsgul av norðri og landnyrðingi, 3 til 8 m/s, sum út á dagin øtlar í andøvsgul upp í hvassan vind, 8 til 13 m/s. Alt døgnið verður samdrigið og møguliga okkurt ælið. Hitin um dagin millum 4 og 7 stig, um náttina millum frostmarkið og 4 hitastig.
Mikudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum makar nakað sum dagurin líður. Samdrigið og okkurt ælið. Hitin millum 3 og 6 stig. Um náttina makar hann vindin niður í lítið lot av ymsum ættum, undir 6 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt og hitin millum frostmarkið og 4 hitastig, enn kaldari í støðum.
Hósdagin verður lot til andøvsgul av vestri, 3 til 8 m/s, sum snarar í ein útnyrðinig og øtlar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, seinni andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s. Fyri tað mesta turt og skýggjað, seinni skýggjað og regn. Hitin um dagin um 5 stig. Um náttina stívt andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 10 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, partvís vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 3 kuldastig og frostmarkið.
Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s, sum spakuliga makar niður í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Samdrigið og ælaveður, partvís vátaslettingur ella kavi. Hitin millum frostmarkið og fýra hitastig, um náttina niður í trý kuldastig í støðum.
Leygardagin verður lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s, av norðri, sum um kvøldið snarar í ein vestan og síðani øtlar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt, men um náttina regn í støðum. Hitin millum 4 og 7 stig.
Sunnudagin verður gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, av vestri, sum út á dagin makar niður í lítið lot, undir 5 m/s, og snarar í ein sunnan. Samdrigið, men yvirhøvur turt. Hitin um dagin um 7 stig, um náttina millum frostmarkið og 4 hitastig.