Fríggjadagin skulu landsstýrisfólk út á trappusteinarnar á Tinganesi at hoyra hvat nólsoyingar hava at siga. Tí á Facebook er greitt, at nólsoyingar og onnur oyggjafólk hittast á Tinganesi í royndini at siga Henriki Old, landsstýrismanni, at nú er nóg mikið við vánaligu samferðsluni til Nólsoyar.
Fyriskipararnir skriva á Facebook, at endamálið er at mótmæla tunnilssjón og krevja víðsjón. Úti á Tinganesi bjóða tey tí Henriki Old og restini av landsstýrinum útum, har tey siga seg fara at seta fram nøkur krøv til sjóvegis samferðsluna her á landi:
Tey siga seg krevja, at Strandfaraskip Landsins fær hægri raðfesting – NÚ! At ein “ferjuætlan” verður gjørd fyri endurnýggjan av elligamla flotanum hjá Strandfaraskipum Landsins. At eitt líkinda avloysaraskip, sum nøktar veruliga tørvin á smáu oyggjunum. Tey siga seg ikki góðtaka óskilið, sum er á sjóvegis samferðsluni millum oyggjar okkara.
- Hevur tú hug at koma við á oyggjatreff, so er bara at møta á Bursatanga fríggjadagin 11. mai kl. 14.00. Frá Bursatanga ganga vit út á Tinganes, og vit fara at bjóða føroyskan mat, tónleik og sang . Tað einasta tú skalt hava við er gott lag og víðsjónir um eina góða og trygga sjóvegis samferðslu her í landinum, siga fyrireikararnir á Facebook.










