Nú Bárður á Steig Nielsen hevur biðið løgtingsformannin loysa seg úr starvi sum løgmaður, so skulu floksforfólkini til eitt sokallað formansumfar, har tey skulu siga standi løgtingsformannin, hvønn tey halda skal hava samráðingarrættin.
Jógvan á Lakjuni er løgtingsformaður, til nýggja tingið tekur við í seinasta lagið 22. desember, sjálvt um hann ikki er tingmaður longur.
– Eg havi sagt, at um flokkarnir vilja hava formansumfarið í dag, so verður tað í dag. Eg havi biðið løgtingsstjóran kanna, hvat flokkarnir vilja, sigur Jógvan á Lakjuni.
Hann ivast ikki sjálvur í, at Aksel V. Johannesen fær samráðingarrættin, men sigur, at hann veit ikki, um allir flokkar eru klárir til formansumfar í dag. Men eru teir tað og vilja teir tað, so verður tað í dag.
– Men fyri tað um tað verður mánadagin, so kunnu flokkarnar saktans fara at samráðast beinanvegin, tí tað er eingin ivi um, at tað verður Aksel V. Johannesen, sum fær samráðingarrættin, sigur Jógvan á Lakjuni.