Næsta leygardag, tann 27 november, verða tað, at jólini byrja av álvara. Tá verður stóra jólatræið á Vaglinum í Havn, tendrað. Og síðani verður tað, slag í slag, at jólatrøini verða tendra í bygdunum kring um í Tórshavnar Kommunu. Tilsamans eru talan um 12 jólatrøð, sum skulu tendrast og í tí sambandi verða eisini røður og sangur og tónleikur.
Her er yvirlit yvir nær og hvar, hvør fer at spæla, og hvørji halda røður.
Í Havn verður jólatræið á Vaglinum tendrað leygardagin 27. november klokkan 15.30. Havnar Hornorkestur spælir. Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Anne Mette Greve Klemensen, prestur, bera fram røðu.
Í Kirkjubø verður jólatræið tendrað við kirkjuna sunnudagin 28. november klokkan 16. Havnar Hornorkestur spælir. Ruth Vang, býráðslimur, og Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prestur, bera fram røðu.
Í Kollafirði verður jólatræið tendrað við skúlan sunnudagin 28. november klokkan 16. GHM spælir. Bergur Dam Jensen og Steintóra Gleðisheygg Joensen, prestur, bera fram røðu.
Í Hoyvík verður jólatræið tendrað sunnudagin 28. november klokkan 18 og tá fer GHM at spæla. Kristianna Winther Poulsen, býráðslimur, og Bergur Debes Joensen, prestur, bera fram røðu.
Á Velbastað verður jólatræið tendrað við skúlan mikudagin 1. desember klokkan 17.Havnar Hornorkestur spælir. Kári Johansen, býráðslimur, og Anne Mette Greve Klemensen, prestur, bera fram røðu.
Í Kaldbak verður jólatræið tendrað við skúlan leygardagin 4. desember klokkan 15.30. GHM spælir. Ruth Vang, býráðslimur, og Theodor E. D. Olsen, prestur, bera fram røðu.
Á Argjum verður jólatræið tendrað við brúnna um Sandá leygardagin 4. desember klokkan 17. GHM spælir. Bjørg Dam, býráðslimur, og Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prestur, bera fram røðu.
Á Hvítanesi verður jólatræið tendrað leygardagin 4. desember klokkan 18. Havnar Hornorkestur spælir. Ejler Johannesen og Theodor E. D. Olsen, prestur, bera fram røðu.
Í Norðradali verður jólatræið tendrað við skúlan leygardagin 4. desember klokkan 18. Bólkur úr Tórshavnar Musikkskúla spælir. Annfinn Brekkstein, býráðslimur, og Sverri Steinhólm, prestur, bera fram røðu.
Í Hesti verður jólatræið tendrað sunnudagin 5. desember klokkan 16. Teistin fer av Gomlurætt klokkan 14.30 og úr Hesti klokkan 19.30. Frelsunarherurin spælir. Óluva Zachariasen og Bernhard Petersen hjá Frelsunarherinum bera fram røðu.
Í Nólsoy verður jólatræið tendrað sunnudagin 5. desember klokkan 17. Ternan fer av Havnini klokkan 16.20 og úr Nólsoy klokkan 19.25. Havnar Hornorkestur spælir. Bjørg Dam, býráðslimur, og Emil Olsen, prestur, bera fram røðu.
Í Syðradali verður jólatræið tendrað við týsdagin 14. desember klokkan 17.30. Bólkur úr Tórshavnar Musikkskúla spælir. Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Heri Joensen, prestur, bera fram røðu.