Hóast vallyftið hjá samgonguflokkunum um ikki at gera nýggjan sáttmála við Russland, so verður tað nú gjørt á øðrum sinni. Einki bendir á, at støðan er broytt.
Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur biðið um ráðførslu í uttanlandsnevndini, so sum hann skal, at fáa ráð um russlandssáttmálan.
Sambært gerðabókini hjá Uttanlandsnevndini hevur málið verið til viðgerðar í uttanlandsnevndini á fundi fríggjadagin. Men eingi skjøl síggjast alment um hetta, tí »tilfarið er í trúnaði«, sum skrivað stendur.
Sambært Kringvarpinum hevur Bjarni Hammer, formaður í Uttanlandsnevndini ikki ásett fundin enn.
Í fjør var fundurin um ráðførsluna hildin 7. november, og beint eftir tað fóru samráðingarnar í gongd, sum endaðu við, at nýggjur sáttmáli varð gjørdur við Russland.