Fara nú at rudda Vágsveg fyri kava

- Nógvi kavin hevur verið til stóran ampa fyri bæði bilar og fólk til gongu, siga tey í Vágs kommunu í dag.

Í dag frá klokkan 13.30 verður Vágsvegur í Vági ruddaður fyri kava. Byrjað verður á Marknoyri, og síðan verður arbeitt gjøgnum bygdina.

 

Í Vágs kommunu siga tey, at partar av Vágsvegi verða stongdir fyri ferðslu so hvørt, sum arbeiðið flytir seg ígjøgnum bygdina.

 

- Vit heita á bileigarar um at fáa bilarnar av Vágsvegi og av kommunalum parkeringsplássum, meðan arbeiðið er í gongd.

 

Víst verður á, at nógvi kavin hevur verið til stóran ampa fyri bæði bilar og fólk til gongu.

 

- Heitt verður á bilførarar og fólk til gongu um at ansa sær og taka atlit til umstøðurnar á og framvið kommunalu vegunum.

 

Í Vágs kommunu leggja tey aftrat, at nú Vágsvegur verður ruddaður fyri kava, kann koma fyri, at kavi fellur inn á privatøkir hjá fólki.