Nú fer Heilsufrøðiliga Starvsstovan at geva matstovunum kring landið, karakter. Hetta verður sama Smiley-skipan, sum tey hava í øðrum londum og endamálið er at verja tey, sum eta frá matstovunum.
Hetta er nakað, tosað hevur verið um leingi, men í uppskotinum til fíggjarlóg fyri næsta ár, eru 800.000 krónur settar av til at gera eina nýggja skipan, sum skal geva viðskiftafólkum einfalda kunning um matstorvurnar, og um matvørutrygdin er nøktandi, ella ikki.
Tá Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur eftirlit á matstovum skriva tey eisini eina frágreiðing, sum skjótt og lætt gevur brúkarum kunning um matvørutrygd, reinføri, og annað.
Skeltið við frágreiðingini skal heingjast upp beinanvegin, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur útflýggjað tað, og tað skal hanga á sjónligum stað, beint við inngongdina, so brúkarin lættliga kann kunna seg um úrslitið. Í frágreiðingini verður stutt kunning um tað, sum er kannað, og hvat kanningarnar hava víst.
Skipanin verjir brúkaran og eggjar samstundis matstovum leggja dent á matvørutrygd og á reinføri, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður.
Skipanin fer at nýta somu trý andlitsbrá, sum skipanir í grannalondunum nýta:
Eitt fegið brá, um Heilsufrøðiliga starvsstovan ongar viðmerkingar hevur
Eitt strangt brá, um Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur staðfest frávík og givið ávaring frammanundan ella sett tiltøk í verk
Eitt misnøgt brá, um Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur staðfest álvarslig frávik ella afturvendandi brot á reglurnar, og hevur givið ávaring ella sett tiltøk í verk.