Nú verður farið undir at ala ronkelsi í Svínoy. Tað er greitt, nú eitt felag í Svínoy hevur fingið loyvi til at fara undir aling á landi í Svínoy. Tað er fyritøkan, Svínoyar rognkelsistøð, sum hevur fingið loyvið til at ala rognkelsi í Svínoy.
Føroyska alivinnan brúkar rognkelsi at basa laksalús við, men til tíðir kann tað verða torført hjá føroysku alivinnuni at fáa nóg mikið av rognkelsum. Og endamálið við at fáa rognkelsisaling í Føroyum, er at gera tað lættari hjá alivinnuni at fáa fatur á rognkelsi, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan í eini fráboðan í dag.
Í Svínoy fara tey at ala ronkelsi, heilt frá yngli til eina stødd, har tey kunnu setast út í aliringarnar á sjónum á basa lús.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at eitt, sum er serligt við hesum nýggja loyvinum er, at hetta er fyrsta aliloyvið, sum er boðið alment út til sølu í Føroyum.
Aliloyvið í Svínoy varð lýst leyst í bløðunum, men felagið, Svínoyar rognkelsistøð, var kortini einasta fyritøka sum vísti áhuga.
Við loyvisbrævinum hevur alistøðin í Svínoy nú fingið øll neyðug loyvi til at fara undir at ala sambært alilógini, og virksemið kann tí fara í gongd beinanvegin, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.