Nú skulu greiðar reglur setast fyri, hvussu rottuplágan í Føroyum skal basast. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, sigur, at fyrsta dagin verður ein nýggj kunngerð um rottutýning sett í gildi í Føroyum.
Endamálið við henni er bæði at týna rottuna og at forða fyri at hon spjaðir seg til oyggjar, har hon ikki er. Og í kunngerðini verður eisini ásett, hvør hevur ábyrgdina av hvørjum í hesum sambandi – og tað eru nógvir myndugleikar, stovnar og virki, sum skulu spæla saman fyri at basa rottuni.
Í løgtinginum hevur Jónleif Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, spurt landsstýriskvinnuna, hvussu ætlanin er at forða fyri, at rottan kemur í Sandoynna, nú undirsjóvartunnilin verður veruleiki um nøkur fá ár.
Sirið Stenberg sigur, at eftir nýggju kunnugerðini verður tað landið, sum ásetur hvørji tiltøk skilu setast í verk, men so eru tað kommunurnar, sum fáa ábyrgdina av at tey verða gingin á møti.
Sirið Stenberg sigur, at í hesum sambandi skulu Strandferðslan, og onnur, sum sigla fólk og farm til rottufríar oyggjar, tryggja sær, at rotta ikki er umborð, eitt nú í ruskbilum, bilum við fóðuri, ella øðrum farmi.
Samstundis skulu kommunur tryggja sær, at rottan ikki fær góð livilíkindi og møguleikar at nørast.
Somuleiðis verða krøv sett til feløgini sum reka undirsjóvartunlarnar, at tey seta tiltøk í verk at forða fyri, at rottur ferðast ígjøgnum tunlarnar.
Men Sjúrður Hammer, lívfrøðingur, er at kalla sannførdur um, at tað skal meiri enn hetta til at forða fyri, at rottan kemuri Sandoynna. Tað kanst tú lesa meiri um við at trýsta HER










