Næsta ár er ætlanin, at Dugni skal lata eina deild upp ú Suðuroy við tí endamáli at skipa eitt arbeiðstilboð til fyritíðarpensjónistar, ung í starvsvenjing, og onnur, sum hava avbjóðingar við at koma inn á tann vanliga arbeiðsmarknaðin.
Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, sigur, at tey hava samskift við Dugna í eina tíð um hetta og nú er greitt, at Dugni fær innivist í Fjarlestrardeplinum, sum er í gomlu kommunuskrivstovuni í Vági.
Har verða høli, har fólk kunnu møta um morgunin og leggja dagin til rættis, áðrenn farið verður til arbeiðis og har kunnu tey hittast aftur eftir loknan arbeiðsdag. Har verður eisini skrivstiva og teir hentleikar, sum tey annars hava tørv á og tey hølini fær Dugni til taks frá kommununi fyri einki.
– Hetta verður eitt stórt framstig, tí eins og aðrastaðni kring landið, eru tað eisini fólk í øllum aldri í Suðuroynni, sum hava trupulleikar at gerast partur av tí vanliga arbeiðsmarknaðinum, sigur borgarstjórin.
– Tískil hava tey tørv á einum tilboði við stuðli og vegleiðing, soleiðis at tey kunnu fáa ein innihaldsríkan gerandisdag - og vónandi eisini við tíðini kunnu gerast partur av vanliga arbeiðsmarknaðinum, sigur Dennis Holm.
Hann sigur, at Dugni hevur søkt um at fáa 800.000 krónur á fíggjarlógini fyri næsta ár til endamálið, men samgongan hevur samtykt at seta 500.000 krónur av til ætlanina. Hinvegin er fíggjarlógin ikki samtykt enn og tí vónar borgarstjórin, at umsóknin frá Dugna verður gingin á møti.