Nú verður lag á teimum sum eiga bát og neyst. Umhvørvisátakið skal í ár millum annað finna best røkta neysta- og bátapláss. 14. juni verður greitt, hvør vinnur hesa kappingina og fleiri aðrar í sama høpi.
Umhvørvisátakið verður fyriskipað annaðhvørt ár, og leggur upp til at finna fram til best røktu bygd, varðagøtu, neystapláss, ársins grøna stovn og besta átak 2012 .
Endamálið við átakinum er at vekja áhuga og stimbra einum hugburði við ansi fyri náttúru, umhvørvi og mentanarvirðum. Átakið er skipað sum kapping har kommunur og íbúgvar hava møguleika at leggja orku í náttúru- og umhvørvisvernd og í nærumhvørvið sum heild.
Eins og undanfarin ár eru fleiri kappingargreinar á skránni, har kommunur og kommunalir stovnar kunnu luttaka.
Í ár verða latnar tríggjar heiðurslønir í kappingini um Best røktu bygd, býi ella býlingi, og ein virðisløn verður latin til hvørja av hinum kappingargreinunum: Best røkta bygda- og
/ella varðagøta, Best røkta neysta- og ella bátapláss, og Ársins grøni stovnur. Harafturat verður latin ein heiðursløn fyri Besta átak, ið ikki er skipað sum kapping, men átak, ið metingarnevndin velur sum serliga framskygt, og við nýhugsan og jaligari fyrimynd í mun til náttúru- og umhvørvisvernd og burðardygga menning í breiðum høpi.
Nýggja kappingargreinin í ár er Best røkta neysta- og/ella bátapláss. Fyrireikarnir meta, at hesin partur av búseting okkara, kanska við minni týdningi í dag enn áður, hevur virði, ið vit eiga at hava ans fyri og verja, og at tað tí eisini hevur almennan áhuga at varpa ljós á hesi serstøku øki við sjóvarmálan.
Bygda- og varðagøturnar eru týðandi partur av okkara bygdasøgu, og verða nógv brúktar til
gongutúrar eisini hjá ferðafólki. Fyrireikarnir meta, at henda grein skal takast við aftur í ár, eisini fyri at varpa ljós á nýtslu, hald og fyriskipanir til hesar gomlu farleiðir millum bygda.
Ársins grøni stovnur er aftur kappingargrein, har serligur dentur verður lagdur á orkunýtslu, men eisini at stovnurin ger nakað munagott í sambandi við nýtslu av kemikalium, umframt skipanir fyri handfaring av ruski o.a.
Tað eru Agenda 21 Stovan, VisitFaroeIslands, Umhvørvisstovan, Føroya Náttúruverndarfelag og Føroya Fornminnissavn, ið skipa fyri Umhvørvisátakinum.
(tilvildarlig mynd)