Fara nú at byggja ellis- og røktarheim í Norðstreymoy

Landsstýrið hevur samtykt at byggja nýtt Ellis- og Røktarheim í Streymnesi. Heimið verður kommunurnar í Norðurstreymoy og Norðureysturoy

 

Eldrarøkt


Nú verður farið undir at byggja ellis- og røktarheim í Norðstreymoy.

Heimið verður fyri tær seks kommunurnar í Norðstreymoy og Norðureysturoy, Eiðis og Sunda Kommunu í Eysturoy, umframt Haldarsvíkar, Saksunar, Hvalvíkar og Hósvíkar Kommunu í Streymoynni.

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, sigur sigur, at kommunurnar í økinum og Almanna- og heilsumálastýrið, hava arbeitt við málinum leingi

Og nú er tað komið so langt, at Landsstýrið samtykti á fundi týsdagin at betala umleið 50% at byggikostnaðinum.

Hon fer nú at fyrireika eitt lógaruppskot at legga fyri tingið um at samtykkja, at landsstýrið verður við til at fíggja eitt slíkt heim í Norðurstreymoy.

Raksturin betalir landið einsamalt, sum er.

Landsstýriskvinnan sigur, at kommunurnar eru samdar um, at heimið skal byggjast í Streymnesi, har stykki er lagt av til endamálið.


Seinasta øki

Helena Dam á Neystabø sigur, at hon heldur at tað er rætt at byggja ellis- og røktarheim í hesum økinum.

? Hetta er einasta øki í landinum, sum onki slíkt tilboð hevur til tey eldru. Tí eiga vit at byggja eitt Ellis og Røktarheim í økinum, hóast arbeiðið at finna eitt greiðari ábyrgdarbýtið ímillum landið og kommunurnar ikki er liðugt enn.

Hon sigur, at, sum í løtuni liggur í kortunum, er at byggja eitt heim til eini 24 búfólk. Men endalig støða er ikki tikin til tað enn.

? Sjálvandi skal ein nágeinilig tørvsmeting gerast, áðrenn endalig støða verður tikin til støddina, sigur hon. Í øllum førum skulu vit finna eina hóskandi stødd og tað gera vit í samstarvi við teir myndugleikar, sum hava við at gera, eitt nú heimarøktina, sigur landsstýriskvinnan.

Hóast ongin tørvskanning er gjørd í økinum, er ongin ivi um, at tað er stórur tørvur á einum slíkum heimi har.

? Tørvurin til slík tilboð til tey eldru veksur alsamt og vit mugu ásanna, at tað er ikki nóg mikið bara at byggja sambýli. Tí hava vit tikið stig til at byggja heitta heimið nú, hóast ábyrgdarbýtið ímillum landið og kommunurnar ikki er gjørt enn, sigur Helena Dam á Neystabø.