Nú verður aftur farið undir at koppaseta fólk fyri koronu – og tað eru tey eldru, sum eru frá 75, og uppeftir, sum verða koppsett nú. Heilsuverkið sigur, at í annaðkvøld fáa vit væntandi eina nýggja sending av koppingarevni. Tá koma einir 4.000 skamtir til Føroya av koppingarevninum frá Pfizer, og hósdagin verður farið at koppseta.
Heilsumálaráðið sigur, at góð helvtin av koppingarevninum skal brúkast til at koppseta fólk, ið ikki eru koppsett áður. Restin er til fólk ta seinnu sproytuna, sum longu hava hava fingið ta fyrru sproytuna.
Í fyrstu syftu eru tað fólk, ið eru 75 ár og eldri, sum kunnu bíleggja tíð til til at verða koppsett. Tey heita á fólk um at møta stundisliga og at hava bíleggingingarkvittanina hjá sær, antin á telefon ella prentaðað á pappíri.
Tey, sum hava tað gula, altjóða, koppsetingarkortið, skulu hava tað við. Fólk verða koppsett ovarliga á arminum og heitt verður somuleiðis at verða í klæðum, sum gera tað lætt og ómakaleyst at sleppa fram at koppseta.