Fara nú aftur at dansa

Í Hósvík fer Dansifelagið Fragdin nú aftur undir at dansa

Nú kvøldini gerast myrkari, og kaldari gerst úti, fer Dansifelagið Fragdin í Hósvík, at fjálga um køldu heyst- og vetrarkvøldini.
Dansað hevur verið í Hósvík í fleiri ár, men tað var ikki fyrr enn ímóti endanum av seinasta dansiskeiði, at felagið fekk navn og nevnd varð skipað.
? Matilda og Tom Nielsen undirvísa í dansi hjá okkum. Tey undirvístu eisini í fjør, sigur nevndarformaðurin.
? Nógv vóru og dansaðu í fjør. Bæði ung og gomul, og tey koma allastaðni frá. Bæði úr Havn, Norðstreymi og úr Eysturoynni
Best er um tey, sum koma, koma í pørum, tí soleiðis skipar dansurin seg betur, tí annars kann tað enda við, at onkur stendur stakur eftir.
Dansað verður av øllum sløgum. Dansispøl, pardansir, valsur, rekkjudansir, kvadriljudansir, polka og allir møguligir aðrir dansir eru á skránni í vetur.
Dansurin er í bygdarhúsinum í Hósvík, og øll eru vælkomin. Byrjað verður aftur sunnukvøldið 6. oktober klokkan 19. Dansað verður síðani hvørt sunnukvøld frá umleið 19 til 21.
Til ber at tekna seg hjá Ann Christiansen á telefon 422368, Elin Davidsen, tlf. 422291 og Idu Hansen, tlf 422425. Kostnaðurin er 400 krónur parið.