Vit kunnu so spyrja okkum sjálvi, hví løgtingsumsitingin hevur valt, sum hon gjørdi, og hví ein advokatur, sum sjálvandi veit, hvussu hann er fløktur upp í málið, tekur av einum slíkum kjansi.
At løgtingsformaðurin velur, sum hann velur, er í besta fall dømi um vánalig metingarevni.
Tað er sjálvandi ein góður kjansur hjá einum advokati at fáa – at gera eina dómarakanning, har honum stendur frítt fyri at senda eina rokning upp á kanska tvær milliónir krónur av skattgjaldarans peningi – ella meira.
Men endamálið skal sjálvandi verða at skapa trúvirði. Úrslitið í hesum máli er avgerandi fyri, um løgmaður kann vera sitandi ella ikki. Tí hevur álitið á kanningina so nógv at siga.
Álit er ikki á advokatin, tí verður heldur ikki álit á kanningarúrslitið. Tað veit landsstýrismálanevndin – og tað vit øll hini í politisku skipanini. Um tað er eitt endamál í sær sjálvum at grugga kanningina, so er trupulleikin uppaftur størri
– Vit halda, at advokaturin átti at latið drunnin víðari til onkran annan advokat. Bæði fyri at bjarga sínum trúvirði – og trúvirðinum á føroyska advokatstandin sum heild.