Strandferðslan
Áki Bertholdsen
Strandferðslan fer longu at leita eftir avloysaraskipi til Smyril og onnur skip, skulu í dokk komandi ár.
Strandferðslan fekk nú um dagarnar bræv frá landsstýrinum, har tað varð fráboðað, at tað at leiga avloysaraskip, skal vera ein fastur táttur av virkseminum hjá Strandferðsluni.
Sostatt er tað greitt, at Strandferðslan longu nú fer at leita eftir skipi til komandi ár.
Annars hevur Strandferðslan mangan hvept seg binda seg til stórar upphæddir, fyrrenn hon hevur vitað við vissu, hvussu stór játtanin á fíggjarlógin fór at vera. Men tað er ongantíð greitt fyrrenn í desember og tá er í seint at leita eftir skipum, tí tá eru avtalur longu gjørdar um tey flestu skipini.
Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at Strandferðslan fer nú at fáa fult yvirlit yvir, í hvønn mun brúk verður fyri avloysara skipi komandi tað. Tað yvirlitið skal m.a. gerast í samstarvi við skipaeftirlitið.
Men hann minnir á, at hetta er triðja árið, at stórar ábøtur verða gjørdar á Smyril og tí er ikki vist, at talan verður um tann stóra tørvin komandi ár.
Økir um møguleikan
Stjórin á Strandferðsluni sigur, at kunnu teir beinanvegin nú fara at leita eftir skipi, økir tað sjálvsagt munandi um møguleikarnar at finna eina hóskandi ferju.
? Men tað eru stórar avmarkingar, sum vit ikki eru harrar yvir. Sum nevnt í aðrari grein her á síðuni, mátti Strandferðslan eitt nú sleppa ætlanini at leiga Alandiu, tí hon kann ikki sigla, har alduhæddin er yvir 1,9 metrar í miðal.
? Harafturat kemur, at tað er sera trupult at fáa leigumál um stór skip, tá ið talan einans er um tvær, ella tríggjar vikur.
?Reiðararnir eru sjálvsagt heldur áhugaði í longri leigumálum, tí at leiga eina ferju er eitt stórt apparat at seta ígongd og tí er áhugin ógvuliga lítil at leiga eina ferju í tvær, tríggjar vikur. Og tað at sigla ímillum Havnina og Suðuroynna krevur sítt av skipuum og tí eru tað verri enn so øll, ið verða góðkend til endamálið.
? Sostatt er tað ein avbera trupul uppgáva at finna eitt hóskandi avloysaraskip, sigur Reidar Nónfjall og sum hann sigur í aðrari grein her á síðuni, kann hann ikki lova nakað sum helst.
? Vit kunnu bara gera tað vit kunnu og vóna tað besta, sigur Reidar Nónfjall.
Annars Strandferðslustjórin, at føroyingar tola ógvuliga lítið av seinkingum og forðingum.
?Aðrastaðni á flogvøllum á ferjulegum og á motorvegum er als ikki óvanligt at fersðan verður forðað í tíðarbilum, og at fólk stannda føst og noyðast at bíða tímar. Og í Føroyum er samferðslunetið í veruleikanum rættiliga frammaliga, samanborið við onnur lond. Men tað merkir ikki, at vit ikki alla tíðina skulu kýta okkum fyri at gera okkara besta- og tað gera vit eisini, sigur Reidar Nónfjall.