Hesum boðar landsstýrið frá í morgun. Løgmansskrivstovan boðar frá hesum, »hóast smittutølini seinastu dagarnar tíverri hava verið vaksandi«, sum sagt verður í boðunum frá landsstýrinum:
– Í gjár vóru heili 180 nýggir smittutilburðir staðfestir. Hetta merkir, at talið av smittaðum um dagin seinastu vikuna, nú er farið upp um 75 pr. dag, sum er vegleiðandi markið fyri reyða tilbúgvingarstiginum í ferðsluljósskipanini.
Í løtuni er tamarhald á trýstinum á sjúkrahúsverkinum umframt at talið av innleggingum er lágt. Tí er avgjørt fyribils at vera verandi á gula stiginum.
Landsstýrið fylgir alla tíðina neyvt við gongdini, og hevur leypandi tætt samband við heilsumyndugleikarnar og Farsóttarnevndina. Versnar støðan komandi dagarnar, kemur ein nýggj fráboðan.
Landsstýrið hevur eisini heitt á Farsóttarnevndina um at eftirmeta markvirðini í ferðsluljósskipanini, sum í sínari tíð varð ásett við støði í Delta frábrigdinum.
Smittustøðan er framvegis álvarsom. Heitt verður á øll um framhaldandi at virða tilmælini.
Seinastu vikuna hevur talið av smittaðum um dagin í miðal verið 78. Fyri at miðaltalið í dag skal fara niður um aftur 75, so skulu ikki fleiri enn 60 verða smittað í dag
Soleiðis er tilbúgvingarstigin hjá landsstýrinum:
##med2##
Almennu tilmælini um reinføri og sosiala samveru eru hesi:
Hav gott hondreinføri, vaska tær ofta og væl um hendurnar. Spritta hendurnar, um tú ikki hevur atgongd til vatn og sápu.
Hosta og njós í ermuna - ikki í hendurnar.
Avmarka kropsligt samband við onnur sum til dømis lógvatak, klemm og kinnkoss.
Hav gott reinføri bæði heima og til arbeiðis.
Ver sera ansin í støðum, har nógv fólk savnast.
Minst til altíð at halda frástøðu.
Minst til, vit kunnu øll vera smittuberar, hóast vit eingin sjúkutekin hava.
Verið varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á coronavirus, t.d. hosta og fepur, og ver heima um tú merkir tær okkurt.