Búskaparráðið hevur í dag lagt fram temafrágreiðingina »Fíggjarpolitiskt haldføri«, sum hava skrivað her á síðuni fyrr í dag.
Les eisini: Pensjónsaldurin skal hækkast við fleiri árum
Tá vit spyrja løgmann, sum er liggur veðurfastur í Bergen sigur hann, at hann enn bara hevur lisið niðurstøðuna.
– Tað er rætt, at vit verða alsamt fleiri eldri fólk. Men eg haldi, at tað er trupult at spáa um fráflyting og tilflyting, tá tað byggir á søgulig tøl, tí tað er kreppan í nítiárunum partur av útrokningargrundarlagnum, vísir Aksel V. Johannesen á.
Hann vísir eisini á, at fólkaframskrivingar frá seinastu haldføriskanning sum varð gjørd í 2015 vísti eisini á nógv lægri tøl í 2025, enn tey, sum vit kenna í dag.
– Men tá tað er sagt, so er tað heilt vist, at vit hava haldførisavbjóðingar, og at tað verður neyðugt at hyggja eftir pensjónsaldrinum, sum eg eisini vísti á í nýggjársrøðuni, at fremsta málið hjá samgonguni er at tryggja, at yngra ættarliðið velur Føroyar til. Tí skulu karmarnir um barnafamiljuna og møguleikarnir hjá teimum ungu gerast betri, sigur løgmaður.
– Men hvussu skal tað so gerast?
– Tað skulu vit gera millum annað við at styrkja barsilsskipanina munandi, við at tryggja, at tað ber til at fáa nakað at búgva í í Føroyum fyri ein rímuligan kostnað. Og við at hava fleiri útbúgvingar enn í dag og skapa eitt veruligt lestrarumvhørvi í Føroyum, sigur løgmaður.
Hann vísir eisini á skattalættan, ið er samtyktur, sum eitt avgjørt stig rætta vegin, samstundis sum minkað er munandi um serskipanir fyri fólk, sum arbeiða uttanlands, sum eisini bøtir um kappingarførið um arbeiðsmegina, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.