Nú heystið stendur fyri durunum, fara menn aftur at hugsa um skurðin.
Leygardagin 19. September verður farið í Tjørnuvíksstakk eftir seyði. Hetta er hátíðardagur í bygdini og samstundis er hetta byrjanin uppá heystfjøllini.
Í ár eru seks veðrar at taka, og sum vera man verður nógv gjørt burturúr. Farið verður árla á morgni, og seinni verður matur, uppboðssøla og dansur eisini á skránni.









