Fara helst at loyva upp til 50 fólkum at savnast

Í morgin klokkan 10.00 skipar Løgmansskrivstovan fyri tíðindafundi, har tað verður kunnað um, hvussu meira ferð verður sett føroyska samfelagið.

Løgmaður, fútin og eitt umboð fyri heilsumyndugleikarnir vera við á fundinum.

Sum in.fo skilir støðuna, so verður samfelagið latið meira upp nú. Keldur vilja vera við, at talið av fólki, sum kunnu vera saman, verður hækkað úr 10 fólkum upp í 50 fólk.

Tað merkir, at matstovur og skeinkistøð kunnu lata uppaftur. Fleiri matstovur hava færri enn 50 pláss, og hjá teimum størru er lætt at avmarka plássini til 50. Eisini skilst at eitt nú hárfríðkanarstovur kunnu lata uppaftur.

Greitt er tó ikki, um tilmælið um lata aftur klokkan 22 – og um at náttarlívið ikki hevur opið – fara at standa við.