TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við formannin í B68, Jóhannus Olsen aftaná B68 hevði vunnið 2-1 á KÍ í 1. deildardystinum norðuri í Klaksvík.
Úrslitið merkir, at B68 er bara eitt stig aftanfyri NSÍ og KÍ nú. NSÍ og KÍ hava 49 stig, og B68 hevur 48 stig nú bert tvey umfør eru eftir at leika í næstbestu fótbóltsdeildini.
Formaðurin í B68 fegnast um, at B68 framvegis hevur møguleikan at flyta upp, og hann slær fast, at B68 fer eftir møguleikanum.
Jóhannus Olsen sigur, at á Toftum fara tey at stríðast fyri at hava eitt lokalt fótbóltsfelag á Toftum, og tey fara ikki at fylgja rákinum at leggja saman við eitt størri fótbóltsfelag.