Á fyrstu konsertini eftir summarfrítíðina fer Føroya Symfoniorkestur at spæla tvey verk og hon verður í Norðurlandahúsinum leygarkvøldoið 24. september. Annað verkið er ein klaverkonsert, ið Kristian Blak hevur skrivað og Mattias Dimitris Kapnas er solistur. Eisini orkestrið at spæla 4. symfoniina hjá Brahms. Á konsertini verður tað finski dirigenturin, Petri Sakari, sum fer at stjórna orkestrinum.
Tá ið symfoniorkestrið fer at spæla klaverkonsertina hjá Kristian Blak, verða trummur við skinni úr Stóru Dímum og grót úr Porkeri, Froðba og Hvalba, nøkur av heimagjørdu ljóðførunum, sum eru gjørd til endamálið. Verkið er í trimum satsum, sum eita ”Helluljóð”, ”Skinn” og ”Sjógvur og Klettur”. Kristian Blak samantvinnar ofta aðrar listagreinir í síni verk. Hann fær íblástur av føroysku náttúruni, ið hoyrist aftur í hansara tónleiki, og soleiðis verður eisini í nýggju klaverkonsertini, sigur tey í symfoniorkestrinum í tíðindaskrivi.
Solisturin, Mattias Kapnas, varð master á lærda tónlistaháskúlanum í Keypmannahavn, har hann eisini granskaði føroyskan klavertónleik. Hann hevur røtur í Finnlandi, Grikkalandi og Belgja, men hann býr í Sandavági, og allur heimurin er hansara pallur.
Symfoniorkestrið sigur, at 4. symfoni hjá Brahms er ann seinasta hann skrivaði. Í 30 ár bardist Brahms sum ein óður við sínar symfoniir, tí hann vildi hava tær standa mát við tær nýggju symfoniirnar, sum Beethoven hevði skrivað eini 60-70 ár frammanundan. Sum tann einasta av hansara fýra symfonium gongur henda symfoniin í mol, og tungi tónleikurin ber fram minnir um verkið ”Ein Deutsches Reqiem”, sum Brahms skrivaði fleiri ár frammanundan.
Dirigenturin, Petri Sakari, ið upprunaliga er violinleikari, tók prógv frá Sibelius Academinum í bæði violinspæli og orkesturleiðslu. Hann er víða kendur fyri sínar greiðu tulkingar, dýbd og skilvit, sigur symfoniorkestrið. Stutt eftir lokna útbúgving slapp han at royna seg hjá Finska Radio Symfoniorkestrinum, Lahti Symfoniorkestra og Turku Filamonikarunum.
Í 10 ár var Petri Sakari høvusdirigentur hjá Íslendska Symfoniorkestrinum. Sum gestadirigentur hevur hann stjórnað stórum og kendum orkestrum í Hollandi, Týsklandi, Ungarn, Rumenien, Mexico, Svøríki, og nú vitjar hann eisini í Føroyum.