Framyvir fer Tórshavnr Býráð at seta serligar treytir til tey, sum fáa grundstykki frá kommununi. Tað sigur Tróndur Sigurðsson, formaður í Byggi- og býarskipanarnevndini hjá býráðnum. Á býráðsfundi í gjárkvøldið upplýsti hann, at framyvir, tá ið kommunan fer at stykkja grundstykki út, fer tað at vera ein treyt, at tey, sum eiga meiri enn eitt hús frammanundan, sleppa ikki at keypa grundstykki frá kommununi.
Endmálið er at forða fyri, at nakar keypir grundstykki inn undir seg at leiga út, tí tað forkemur møguleikanum hjá ungum fólki at seta búgv.
Tað eru nógv fólk, sum saktans kunnu keypa eini tíggju hús, uttan nakran trupulleika. Tað er heldur ikki óhugsandi, tí tað loysir seg heilt væl at leiga út. Og at seta pengar í hús í Havn er helst tann tryggasta íløgan, fólk kunnu gera, sigur hann.
Men avleiðingin er, at so hava tey, sum vilja seta búgv, ongan møguleika. Samstundis segði hann, at býráðið fer at gera tað, sum kann gerast, fyri at økja um útboðið av bústaðum í teirri vón, at tað fer at fáa prísirnar at lækka. Hann væntar eisini, at semja verður í býráðnum um hetta í eini roynd at tryggja, at eisini tey, sum hava minni, eisini kunnu fáa tak yvir høvdið.
Jákup Dam, býráðslimur heitir á býráðið um ikki bara at hugsa um vanlig sethús, men eisini um at byggja íbúðir á bygd til støk, sum ikki hava fíggjarliga orku til at keypa eini heil sethús.
Býráðslimir eru samdir um, at einasti máti at fáa bústaðarprísirnar niður, er at økja um útboðið. Tróndur Sigurðsson sigur, at sum støðan er nú, er tað so dýrt í Havn, at hann veit um fólk, sum høvdu ætlað at seta búgv í Havn, eru rýmd út á bygd, og hann heldur, at tað er ein ring keðilig støða hjá eini kommunu at vera í.