Í vikuni fara tveir føroyingar til Noregs at royna seg í einari øðrvísi súkklukapping. Tað eru teir báðir Kjartan Egholm og Tonny Brimsvík, sum hava gjørt av at melda seg til Styrkeprøven, ið er ein serliga langur teinur upp á 543 kilometrar úr Tróndheimi til Oslo. Hesin teinurin skal væl at merkja súkklast í einum.
Fyrireikingarnar hava verið drúgvar, men teir báðir eru nú við at vera tilreiðar at fara avstað, og leygarmorgunin seta teir seg á súkkluna og traðka teir fyrstu metrarnar ímóti norska høvuðsstaðnum.
- Endamálið er at royna seg sjálvan, sigur Kjartan við Sosialin í dag.
- Ikki bara at klára teinin úr Tróndheimi til Oslo, men ta longu venjingartilgongdina og ta nógvu venjingina, ið skal til. Ferðin er við at koma at enda. Endin á venjingini var hetta vikuskiftið. Tá hava vit vant fýra til fimm ferðir um vikuna í teimum myrkastu mánaðunum og økt venjingarnarmongdina til fimm til seks ferðirnar um vikuna í teimum ljósaru mánaðunum, greiðir Kjartan víðari frá.
Les alt um kappingina í Sosialinum í dag, har Kjartan Egholm eitt nú eisini greiðir frá hvussu hugskotið kom í lag, hvat hetta hevur kravt av teimum og hvat málið hjá teimum er.










