Leitað verður eftir føroyskum sjónleikarum til norska sjónvarpsrøð, og mánadagin verða royndarupptøkur gjørdar í Klaksvík Í summar skal norsk sjónvarpsrøð fyri meira enn 20 milliónir krónur takast upp í Føroyum. Tað er bókin Buzz Aldrin Hva Be Det Af Deg I Alt Myldret, sum Johan Harstad skrivaði. Søgan gongur lutvíst fyri seg í Føroyum, og tí skulu eisini partar av upptøkunum til sjónvarpsrøðina gerast í Føroyum.
Brúk er eisini fyri nøkrum føroyskum sjónleikarum og statistum til upptøkurnar í summar, og nú verður leitað eftir fólkum, sum kunnu spæla við í sjónvarpsrøðini. Leitað verður eftir fólki at spæla hesar leiklutir:
Drongur (7 - 12 ár)
Ennen, genta (25 - 29 ár)
Eyðdis, genta (24 - 27 ár
Anna, kvinna (29 -34 ár)
Bergur, maður (45-55 ár)
Palli, maður (35-38 ár)
Tey, sum hava hug at verða við í royndarupptøkunum í Klaksvík, kunnu seta seg í samband við Eyð Matras (270889).