– Tað verður fyrst og fremst upp til lesararnar at gera av, hvør besta orsøkin er til, at júst hesin persónum skal fáa heiðurin sum ársins føroyingur 2020.
Sosialurin leggur dent á, at viðkomandi, sum hevur uppiborið hetta heitið, hevur gjørt nakað gott fyri onnur menniskju, síni næstu, tað verið seg familju, vinir, grannar, starvsfelagar og fólk annars. Hesi kunnu eisini hava gjørt nakað gott fyri sítt nærumhvørvi, lokalsamfelagið ella samfelagið sum heild, ella fyri eina søk, fyri eitt ávíst felag ella felagsskap, fyri eitt yrki ella eitt arbeiðspláss. Tað ber eisini til at skjóta upp fólk, sum tit halda hava gjørt nakað gott við at hava havt serstaka kveikjandi og hitandi ávirkan á onnur.
– Veljið ein persón og grundgevið, hví viðkomandi er tykkara val. Sendið uppskot við telduposti til arsins@sosialurin.fo
Ein dómsnevnd fer so komandi tíðina at velja ársins føroying millum mongu uppskotini.
Í fjør var tað Martin Kúrberg, sum er kendur úr Herberginum í Havn, viðgerðarheiminum Frælsið á Eiði og fyri sína umsorgan millum ung og misnýtarar.
Í uppskotinum, at velja Martin Kúrberg til Ársins Føroying í fjør stóð soleiðis:
– Martin tekur sær av teimum, sum eru komin á eitt skeivt spor, sum samfelagið átti at hjálpt, men ikki hjálpir. Martin ofrar sítt lív fyri hesum bólkinum og hevur uppborið ein heiður fyri sítt arbeiði. Harafturat tekur hann ábyrgd, tá samfelagið ikki ger tað. Martin hjálpir kroystum avvarðandi, sum ikki vita, hvat tey skulu gera, tá tey hava ein, sum treingir til hjálp.
Avdúkingin av ársins føroyingi 2020 verður í nýggjársblaðnum hjá Sosialinum mánadagin 30. desember.
Sendið uppskot tykkara á telduposti til arsins@sosialurin.fo