Fara at kanna heitar keldur í Føroyum

Tað kann verða ein partur av grønu orkuni, heldur landsstýrismaðurin

Fyri nøkrum árum síðni fór ein kelda við heitum vatni at vella upp úr undirgrundini í Kollafirði, men har fer, at kalla alt vatnið fyri skeyti og síðani eru milliónir og milliónir av litrum, kanska milliardir, runnir á sjógv, uttan at vit fáa nakað burtur úr teimum. Tað er áður upplýst, at vatnið í kelduni í Kollafirði er 27 stig og har renna 15 tons úr henni um tíman. Tað er nokk til at halda eini 150 vanlig sethús heit.

 

Men nú hevur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í vinnumálum sett sær fyri at kanna um tað ikki ber til at gagnnýta vatnið úr heitum keldum til at hita hús og bygningar, við.

 

Tí verða 1,8 milliónir settar av á fíggjarlógini fyri næsta ár til at kanna og skráseta heitar keldur í Føroyum. Landsstýrismaðurin sigur, at hann hugsar sær, at hetta verður gjørt í samstarvi ímillum Jarðfeingi og Umhvørvisstovuna.

 

Hann sigur, at sostatt fara tey nú at kanna, hvussu er við heitum keldum í Føroyum, og hvørjir møguleikar eru í tí. Hann sigur, at ein møguleiki kann vera at at bora heilt langt niður í undirgrundina eftir heitum vatni til upphiting, tí hann sigur, at longri niðri í undirgrundini er vatnið heitari enn tað er longur uppi.