Ætlanin er nú at broyta skipanina við kringvarpsgjaldinum, soleiðis at tað verður bíligari hjá smáum fyritøkum.
Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum. Beinir Johannesen úr Fólkaflokkinum hevur spurt hann, hvussu er við kringvarpsgjaldi hjá almennum stovnum og fyritøkum av ymsum slagi.
Jenis av Rana sigur, at í fjør sendi Taks rokning fyri kringvarpsgjald til 158 almennar stovnar, 100 kommunur og kommunalir stovnar og 1.351 vinnuligar fyritøkur.
Fyritøkur rinda kringvarpsgjald eftir, hvussu nógv tey rinda í lønum, og tað hevur verið funnist at, at serliga smáar fyritøkur rinda lutfalsliga nógv í kringvarpsgjaldi.
Og Jenis av Rana sigur, at í hesum tingárinum, sum endar á ólavsøku næsta ár, er ætlanin at broyta skipanina við kringvarpsgjaldinum. Og ein av broytingunum verður, at gjaldið hjá smærri fyritøkum skal lækka.