Fara at gera spælipláss í Norðragøtu

Í gjár varð sáttmáli undirskrivaður um at gera nýtt spælipláss í Sarpugerði í Norðragøtu. Arbeiðið ferð í gongd beinanvegin og skal vera liðugt til 1. september, skrivar Eysturkommuna.

– Spæliplássið fer at liggja væl fyri beint norðan fyri fótbóltsvøllin í Sarpugerði. Innsport stendur fyri arbeiðinum, ið kostar góðar 600.000 krórnur, skrivar kommunan.

 

Sum nakað serligt verður hybrid-gras brúkt sum fallmátta. Talan er um umhvørvisvinarliga loysn, ið er tann fyrsta av sínum slag í Føroyum. Fallmáttan gevur eitt bleytt undirlag, meðan gras vaksur upp ígjøgnum og fær spæliplássið at falla væl inn í náttúruna.

 

##med2##

 

Nýggja spæliplássið skal gerast beint norðanfyri fótbóltsvøllin í Sarpugerði í Norðragøtu.