Fara at gera mun á føroyskum og útlendskum ferðafólkum

Nú er eisini greitt, hvørjum skipi teir nýggju prísirnir skulu roynast fyrst

Strandferðslan er nú í ferð við at menna eina nýggja prísskipan, har prísurin á ferðaseðlum við teimum ymsu skipunum, og bussunum hjá Bygdaleiðnum, verður ymiskur, alt eftir hvaðani ferðafólkini eru.

Tað sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni. Sum vit skrivaðu fyrr í dag, er ein slík skipan longu at kalla klár at seta í verk fyri tey, sum ferðast við tyrluni.

LES MEIRI HER: Nú verður dýrari hjá nógvum at ferðast

Men Strandferðslan sigur, at arbeitt verður eisini við eini slíkari skipan fyri tey, sum ferðast við skipunum hjá Strandferðsluni.

Hilmar Elisen sigur, at tey eru í ferð við at menna eina nýggja prísskipan, har tað skal bera til at taka ymsar prísir fyri ferðaseðlarnar, alt eftir, hvaðani ferðafólkini eru.

Men hann sigur, at tað er ikki endaliga avgjørt um ein slík skipan verður sett í verk, tí tað er ein politisk avgerð.

Men hetta er í hvussu so er eitt mál, sum politikarar fleiri ferðir hava reist og sum politikarar siga seg taka undir við. Teir føra fram, at prísurin á ferðaseðlum er nógv lægri enn veruligu útreiðslurnar av ferðasambandinum er.

Hilmar Eliasen sigur, at tað, sum nú liggur í kortunum, er at gera eina skipan við trimum prísum, har tey, sum eru fastbúgvandi á oyggjunum, fáa teir bíligastu ferðaseðlarnar, tey, sum búgva aðrastaðni í Føroyum, skulu so rinda eitt sindur meiri fyri at ferðast, men so skulu ferðaseðlarnir kosta væl meiri fyri tey, sum ikki hava fastan bústað í Føroyum.

Ein annar máti er at hava sama prís fyri allar føroyingar, men so at hava ein dýrari prís fyri útlendsk ferðafólk.

Stjórin á Strandferðsluni hugsar sær, at fyri fastbúgvandi á oyggjunum, verður prísurin tann sami sum hann er nú, men at tað eru so onnurt, sum rinda meiri.

Akkurát, hvørjir prísirnir verða, er ikki greitt enn, men tað er ein politiskur spurningur, um hetta verður sett í verk og landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Jørgen Niclasen, skal eisini góðkenna prísirnir.

Hilmar Eliasen sigur, at verður støða tikin til at seta eina slíka skipan í verk, skal hon fyrst roynast á Kalsoyarleiðini, so tað verða ferðafólkini við Sam, sum verða tey fyrstu at brúka hana.

Stjórin á Strandferðsluni sigur, at ætlanin er at royna skipanina nú í mai mánað og eydnast tað væl, átti at borið til at sett skipanina í verk á kalsoyarleiðini eina ferð í summar og so vil tíðin vísa, hvussu hon so verður sett í verk á øðrum rutum eisini.