Nú fara tey í Herberginum hjá Frelsunnarherinum undir eitt miðvíst átak fyri at hjálpa fólki við trupulleikum av hesum slagi. Tað er eitt arbeiði sum byrjar eftir summarfrítíðina.
- Tá fara vit undir eitt uppsøkjandi arbeiði við tað, at vit fara út á gøtuna at hitta hesi fólkini og at tosa við tey.
- Vit skulu vera sjónligari í býnum. Og vit fara eisini í Steinatún, leggur hann turrisliga afturat, og sipar til kjakið, sum hevur verið seinastu dagarnar um tað, at Tórshavnar Kommuna hevur sett skelti á benkurnar í Steinatúni fyri at gera vart við, at tað er ikki loyvt at roykja og drekka á benkrunum.
Endamálið er at møta hesum fólkunum ÍEYGNAHÆDD, práta við tey, bjóða teimim í hitastovuna, bjóða teimum ein kaffimunn og ein breyðbita, og annars fyri at fáa eina enn betri føling við, hvat rørist ímillum hesi fólk og, hvussu støðan er og hvar tað treingir til at taka eina hond í.
Martin Kúrberg sigur, at hetta er ein partur av verkætlanini við hitastovuni. Hann sigur, at her er ikki bara talan um misnýtarar og heimleys. - Tað eru eisini fólk, sum stríðast við einsemi ella aðrar trupulleikar, har tað sosiala netverkið er skrædnað undan teimum.
Leiðarin í Herberginum sigur, at her hava vit so tann fyrimun, at vit eru eitt lítið samfelag, so tað er lætt at finna tey flestu fólkini, talan er um, tí tey kenna tey. Hann heldur, at tað hevur verið ein stórur bati hjá hesum fólkum, tá ið hitastovan á Herberginum læt upp á ólavsøku í fjør.
- Nú fara vit so undir eitt nýtt tiltak, tí vit royna at flyta okkum alla tíðina, sigur Martin Kúrberg.
|