Leygarkvøldið 9. oktober verður yrkingasavnið »Eitt« eftir Helga Rasmussen lagt fram á Hoyma tiltaki á Mýruni í Syðrugøtu. Yrkingasavnið er komið í bókabúðirnar.
Helgi Rasmussen er kendur sum sálarfrøðingur, men nú debuterar hann sum skald.
Á bókaframløguni fer Steintór Rasmussen at hava samrøðu við Helga Rasmussen, og Helgi fer at hava samrøðu við Steintór.
Tað er sermerkt, at tey, sum ætla sær til framløguna, verða biðin um at hava svimjiklæði við, tí í eitt korter verður dyppað. Fólk fáa eisini suppu og sang.