Fara at byggja sandslott á sandinum

Hvør dugir best at byggja eitt sandslott? spyr Vága kommuna

Tað er sera gott veður, og bæði í Miðvági og í Sandavági er stórur sandur inni á vágni í dag.

Millum klokkan 14:00 til 17:00 í dag bjóðar Vága kommuna ølum børnunum í kommununi at koma oman á sandin at byggja sandslott. Talan er um sandin í bæði Miðvági og Sandavági.

– Vit fara at hugna okkum saman í frástøðu, sigur Vága kommuna í tíðindaskrivi

Børnini mugu taka spannir, spakar og leikur at byggja slottini við.

Listafólk í kommununi fara at kjósa vakrastu og mest kreativu slottini, og vinnararnir fáa eina gávu frá kommununi.

– Tað er gott pláss á sandinum, men tað hevur týdning at vit halda frástøðu og verja okkum fyri smittuvanda. Hugsið um hvat øki tit velja tykkum, so pláss verður fyri fleiri, skrivar kommunan.

Kommunan setir grillir upp við Gamla skúla í Miðvági og á Sondum í Sandavági, har man kann hava mat við sjálvur at grilla.

Vága kommuna heitir á tey, ið koma, um at taka myndir og deila tær á Instagram við hesum frámerkjunum: #fittligt og #sandslott.