Týsdagin kom eitt skip hjá Skipafelagnum til Føroyar. Umborð var útgerð, sum skal brúkast til tunnilsgerð á Vágalandinum. Útgerðin er flutt til Vágarnar, har hon stendur klár.
Nú verður bara bíðað eftir, at menninir hjá J&K Petersen verða lidnir við sítt arbeiði at gera vegin til tunnilin.
Dávur Reinert Hansen sigur, at hetta verður væntandi í næstu viku, og tá sleppa teir framat við útgerðini, har tunnilsmunnin skal vera.
Fyrst skulu teir rigga til við at leggja streym og vatnveiting til økið, har skúrarnir skulu standa. Tá tað er klárt, verður fyrsta skotið latið av.
Tvey lið av arbeiðsmonnum fara at arbeiða í tunlinum at byrja við, men seinni fara trý lið at arbeiða har. Streymoyarmegin arbeiða trý lið av arbeiðsmonnum.
Dávur Reinert Hansen sigur, at ætlanin av fyrstan tíð var, at boringin skuldi byrja 5. mars, men hetta verður nú heldur fyrr enn væntað.