Fara at bøta um trygdina

Trygdin kann aldrin verða 100 prosent

Vit noyðast at gera okkurt fyri at royna at forða, at slíkt endurtekur seg.

Tað sigur Sjúrður Holm, stjóri í Búsetur.

Tað er Búsetur, sum eigur byggiplássið á horninum við Tinghúsvegin og Bøkjarabrekku, har ein maður kleiv upp í ein himmalhøgan krana tíðliga hvítusunnumorgun, men var so heppin at sleppa frá tí við lívinum.

 

Les eisini: Fullur maður klatraði upp í byggikrana

 

Hann sigur, at arbeiðsplássi er væl avbyrgt, men tað liggur partvís opið, tí um vikuskiftið er tað eisini parkeringspláss hjá Ebenezer.

Hann ásannar, at hevur nakar veruliga ætlað at at klúgva upp í ein krana, er tað neyvan nakað trygdartiltak, sum kann forða tí.

 

Hinvegin ásannar hann eisini, at tað er neyðugt at seta onkur tiltøk í verk fyri at avmarka vandan við slíkari høpisleysari gerð, mest møguligt.

Kranin stendur á eini betonggrund og eitt, vit hava tosað um, er at hegna hann betri inni.

 

Les eisini: Hann stóð púra leysur og veipaði við ørmunum

 

- Men vit kunnu heldur ikki seta so umfatandi trygdartiltøk í verk, at tað tarnar arbeiðnum á staðnum, sigur Sjúrður Holm.

 

Arbeiðseftilitið sigur, at hetta er ikki eitt mál fyri tey, tí tey vara av trygdini hjá arbeiðsfólki og tað hevði hetta einki við at gera. Sostatt kannar Arbeiðseftirlitið ikki umstøðurnar.

 

Løgreglan heldur somuleiðis, at hetta er ikki eitt mál fyri tey, og tí hava tey heldur ikki kannað umstøðurnar.