Fara at bøta um eitt keðiligt vegastrekki í Havn

Tað tarnar ferðsluni illa og har hava eisini verið fleiri ferðsluóhapp

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at bøta um vegastrekkið á ringvegnum framvið Norðurlandahúsium. Hetta er eitt vegastrekki sum er bæði keðiligt og irriterandi, tí vegurin er ikki gjørdur til tey sving, sum eru á vegnum, serliga tey, sum koma eystur eftir Ringvegnum og skulu inn í Norðurlandahúsið, tí tað tarnar ferðsluni rættiliga illa.

 

Hetta er eisini eitt vegastrekki har nógv ferðsluóhapp eru hend. Men nú hevur býráðið samtykt at gera ábøtur fyri at fá ferðsluna at glíða betur. Í hesum sambandi er ætlanin at gera pláss til buss í niðaraborðið, ella ein busslumma, sum tey kalla tað. Í dag steðgar bussurin mitt á vegnum, tað ger eisini, at ferðslan má steðga og fólk, sum koma úr bussinum, vita ikki hvar tey skula fara yvir um vegin.

 

Í sambandi við hesa dagføring er eisini ætlanin at gera á sunnaru síðu, frá Áargeil til rundkoyringina við Sundsvegin Somuleiðis er eisini ætlanin at breiðka vegin so at pláss verður mitt á vegnum fyri teimum bilum, sum skulu snara inn til Norðurlandahúsið ella Kringvarpið.

 

Arbeiðið er metta at kosta 1,5 milliónir. Myndin er frá Google.