Fara aftur at svimja á sjónum á ólavsøku í ár

Og sum vant verður svimjingin fram við molanum, beint aftan á kappróðurin

 

Aftur á ólavsøku í ár fer Havnar Svimjfelag at skipa fyri einum tiltaki, har tey fara at svimja á sjónum. Tiltakið verður beint aftan á kappróðurin, og sum vant, verður svomið fram við molanum.

Hetta er ellivti ferð, at skipa verður fyri hesum tiltakinum og har eru allir svimjarar, sum hava drakt, vælkomnir at melda seg til.

Havnar Svimjifelag sigur á Facebook, at kappingin er skipað í seks bólkar. Ein opin bólkur fyri kvinnur, men so er ein bólkur fyri kvinnur, yvir 25 ár og ein bólkur er kvinnur, sum eru yvir 50 ár

Somu bólkar eru fyri menn, og sostatt er ein opin bólkur eisini fyri menn og og so er ein bólkur fyri menn, sum eru yvir 25 og ein bólkur er fyri menn, sum eru yvir 50. Og tey, sum eru fremst, fáa heiðursmerki.

– Hóast svimjingin verður bólkað sum kapping, verður dentur lagdur á, at hetta er eitt tiltak fyri øll, ið duga og dáma at svimja – um tað er fyri at kappast ella ei, sigur Havnar Svimjifelag. Tey leggja afturat, at fremsta endamálið er at vera við og at hava tað stuttligt.

Svomið verður frá rampuni ytst á Molanum og inn í Krókin við Havnarskrivstovuna og teinurin er 400 metrar.

Trygdin er í hásæti, tí bæði lækni, sjúkrarøktarfrøðingar og hjálparfólk eru bæði í bátum framvið molanum, og á landi.

– Hóast vit seta trygdina í hásæti, eru viðurskiftir á sjónum, vit ikki hava tamarhald á og sum kunnu vera vandamikil, siga tey í Havnar Svimjifelag.

Eitt, sum kann henda, er, at bátar sigla skjótari enn loyvt er, og harvið gera stórar aldur. Tí er tað neyðugt, at teir einstaku svimjararnir tryggjar sær, at vera passaliga langt frá bryggjukantinum. Og tey leggja eisini dent á, at tann, sum er við, ger tað undir egnari ábyrgd. Tað merkir, at Havnar Svimjifelag tekur ikki ábyrgdina av einum skaða.

Hetta tiltakið er annars ein gamal sigur hjá Havnar Svimjifelag. Fyrstu ferð, skipað var fyri kappsvimjing, var á ólavsøku í 1912 og tá var sjálvandi á sjónum, tí eingin svimjihylyr var. Fram til 1934, tá ið fyrsti hylurin í Gundadali stóð liðugur, varð av og á svomið kapp á sjónum á ólavsøku. Tá ið hesin fyrsti hylurin varð lukkaður í 1949, og fram til 1961, tá ið nýggi hylurin í Gundadali stóð liðugur, hevði Havnin ongan hyl.

Í 1951 varð tískil aftur farið á sjógv at svimja kapp. Seinastu ferð, skipað var fyri kappsvimjing á sjónum, var á ólavsøku í 1954, men tað var á Vestaru Vág.

Men í 2010 gjørdi Havnar Svimjifelag so av at taka hendan táttin upp aftur, og síðani hevur hetta tiltakið verða á hvørjum ári.