Fyri einum ári síðani avdúkaðu kanningar, at rossakjøt var blandað upp í oksakjøt, sum var brúkt til eitt nú búffar, og nú hevur ES-nevndin samtykt at kanna, um oksakjøtið, sum verður selt í dag, veruliga er oksakjøt.
Kanningarnar verða gjørdar í øllum teimum 28 ES-londunum í vár, og úrslitið verður almannakunngjørt í summar.
Royndirnar í fjør vístu, at rossakjøt var blandað upp í 4,6 prosent av kjøtinum, sum var selt sum oksakjøt. Samstundis avdúkaðu kanningarnar heilivágin phenylbutazon í einum parti av kjøtinum.
Rossakjøtgølan byrjaði, eftir at heilsumyndugleikarnir í Írlandi høvdu staðfest rossakjøt í búffum, og seinni vístu kanningar í fleiri øðrum ES-londum tað sama. Serliga ringt var í Fraklandi, har rossakjøt bleiv funnið í næstan níggju prosentum av vørum, sum sambært vørumerkingini vóru úr oksakjøti.
Í Danmark tóku heilsumyndugleikarnir 70 royndir, og teir funnu rossakjøt í trimum av royndunum. Harafturat funnu teir svínakjøt í 10 av teimum 70 royndunum.